Hákun og teir nærkast meistaraheitinum

Hákun og teir nærkast meistaraheitinum
Füchse Berlin vann stórt í oddabrakinum ímóti Melsungen í kvøld, og Hákun West av Teigum og teir eru nú einsamallir fremst og nærkast fyrsta týska meistaraheitinum
Hákun West av Teigum nærkast sínum fyrsta týska meistaraheiti
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
29.05.2025 - 20:51

Hákun West av Teigum og teir í Füchse Berlin nærkast av álvara fyrsta týska meistaraheitinum.

Høvuðsstaðarfelagið bukaði Melsungen av í oddabrakinum í Max-Schmeling-leikhøllini í Berlin hóskvøldið og er nú einsamalt oddalið í týsku Bundesliguni.

Dysturin, sum bert var javnur fyrsta korterið, endaði 37-29. Mathias Gidsel skeyt heili 15 av málunum hjá heimaliðnum, meðan føroyingurin á høgra vongi skoraði upp á einasta kjansin, sum hann fekk.

Füchse Berlin hevur 52 stig á 1. plássi. Magdeburg er nummar tvey við 51 stigum, og Melsungen er nú á 3. plássi við 50 stigum.

Tríggir dystir eru eftir at spæla hjá berlinrevunum í Bundesliguni. Úti ímóti Stuttgart, heima ímóti Gummersbach og úti ímóti Rhein-Neckar Löwen.

Eftir tað er Final4 í Champions League á skránni. Har møtir Füchse Berlin franska Nantes í hálvfinaluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815