Í minnisins ríki

Bacalao
28-05-2025
Henda sending snýr seg um flaka- og saltfiskavirkið Bacalao, sum tað upplivdist á sumri 1965.

Henda sending snýr seg um flaka- og saltfiskavirkið Bacalao, sum tað upplivdist á sumri 1965. Vit hoyra um vrakarar sum Niels í Geilini í Skúgvi og havnamannin Rasmus, sum varð róptur Perlan og um Poul Hansen stjóra. Hanus lýsir her eina tíð, tá ongir ølklubbar vóru, onki sjónvarp og ongin Rúsa. Raskar ungar gentur pakkaðu fiskin, og ein teirra plagdi at syngja sangin ”Please release me let me go”. Við byrggjuna lógu trolarar sum Brandur Sigmundarson og Magnus Heinason. Tónleikurin er eftir The Beach Boys, Edith Piaf og Harry Brandelius

Í minnisins ríki

Í átta pørtum verður lívið hjá Hanusi Kamban lýst gjøgnum minnir, frásagnir og hugleiðingar. Vit hoyra um menniskju, støð og tónleik, sum hava sett sín dám á alt frá skúlatíð og arbeiðslívi til ferðaløg og broytingar í samfelagnum.

Lagt til rættis: Hanus Kamban

Henda sending snýr seg um flaka- og saltfiskavirkið Bacalao, sum tað upplivdist á sumri 1965.
28-05-2025
Evnið í hesi sending er býurin London, sum metropolur, villiniborg og mentanarkelda.
28-05-2025
Í hesi sending, sum upprunaliga varð gjørd til tess at gera vart við 8. mars – kvinnudagin.
28-05-2025
Evnið í hesi sending er skúlaárið 1963 – 1964, tá ið Hanus var vikarur í Hvalba.
28-05-2025
Hanus Kamban fortelur í hesi sending um sína fyrstu ferð til London í august 1962.
28-05-2025
Evnið í hesi áttandu og seinastu sendingini er longsul.
28-05-2025
Baksýnið fyri, at henda sending varð gjørd, var tað at Hanus Kamban um hetta mundið fyrireikaði ævigsøguna um Hans Andrias, sum seinni kom út í tveimum bindum.
28-05-2025
Evnið í hesi sending er tær nýggju, mjúku rørslur, sum gjørdu vart við seg í seinna helmingi av sekstiárunum.
28-05-2025