Tobias Rahim kemur at spæla konsert við Tjarnir

Tobias Rahim kemur at spæla konsert við Tjarnir
Ung og ungdómlig í Føroyum kunnu gleða seg, tí 25. oktober kemur Stóri maðurin á danska tónleikapallinum til Føroya at spæla konsert við Tjarnir
 
02.06.2025 - 11:26

Hittini hjá Tobias Rahim tróta ikki: "STOR MAND", "Mucki Bar", "Bellevue" og aðrir. 

Øll hesi hittini og onnur vera at hoyra í nýggju stórhøllini við Tjarnir 25. oktober. 

Hetta boðar United Stage, sum er bókingarfelagið hjá Rahim, frá í tíðindaskrivi.

Tobias Rahim, ið áður hevur lagt Voxbotn fyri sínar føtur, skal á sína fyrstu konsertferð í Norðurlondum í heyst.

Í sambandi við konsertferðina, so kemur hann bæði til Føroya og Grønlands eisini. 

 

Norðurlendska konsertferðin hjá Tobias Rahim:

6. september - Reffen/Refshaleøen - Keypmannahavn
4. oktober - Akisuanerit Festival - Nuuk
9. oktober - Vulkan Arena - Oslo
10. oktober - Slaktkyrkan - Stokkhólmur
25. oktober - Við Tjarnir - Tórshavn

 

>>Tobias Rahim á Facebook
>>Tobias Rahim á Instagram

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869