Fólkaræði og populisma í Evropa - veljarin hevur mist álitið

Fólkaræði og populisma í Evropa - veljarin hevur mist álitið
Sólvit Nolsø og Tór Marni Veihe, samfelagsfrøðingar, viðgjørdu spurningin í Breddanum fyrrapartin
Sólvit Nolsø og Tór Marni Weihe í Breddanum.
 
06.06.2025 - 13:26

Fólkaræði riggar ikki.

Tað er dapurskygda yvirskriftin á nýggjastu frágreiðingini frá The Economist Group um fólkaræðið í heiminum. 

Yvirkriftin byggir á, at stórur partur av fólkinum í Evropa heldur ikki, at  nakar flokkur veruliga umboðar tey. Tey hava mist álit á, at landsins stýri hevur fólksins besta sum høvuðsáhugamál. 

Mátingin nevnist Democracy Index, og kemur út á hvørjum ári. Hugt verður at, um fólkið í landinum sleppur á frælst val, um frælst orðaskifti er í landinum, um landsins stovnar rigga, og onnur viðurskifti. 

Norðurlond liggja ofta ovast á listanum, og niðast í 2024, sum minst demokratisku lond, liggja Afganistan, Myanmar og Norðurkorea. 

Frágreiðingin sigur, at nógvir av heimsins veljarum nýttu valini í fjør at gera vart við sína ónøgd við sitandi stýri og siðbundnu flokkarnar, eisini andstøðuflokkar, og í staðin at stuðla nýggjum, populistiskum flokkum og fylkingum.

Vaksandi misnøgdin sæst serliga væl í tí, tey nevna framkomin fólkaræði, og tað vil siga nógv evropeisk lond. 

Í Breddanum í dag vóru Sólvit Nolsø og Tór Marni Veihe, samfelagsfrøðingar, og viðgjørdu spurningin um fólkaræði og populismu:

 

06062025_Breddin


 Allur Breddin kann hoyrast her. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373