Verkætlanaruppskotini til farstøðina sýnd fram

Verkætlanaruppskotini til farstøðina sýnd fram
Fýra toymi eru við kappingini, og týsdagin verður vinnarin eisini avdúkaður
Farstøðin á flogvøllinum skal bæði út- og umbyggjast.
 
06.06.2025 - 15:38

Týsdagin 10. juni klokkan 16 bjóðar Vága Floghavn til almenna samkomu í Kirkjuhúsinum í Sørvági, har tey fýra uppskotini í verkætlanarkappingini um út- og umbygging av farstøðini hjá Vága Floghavn verða sýnd fram.

Henda dagin verður vinnarin av verkætlanarkappingini eisini avdúkaður.

Í fjør heyst varð lýst eftir umsóknum um undangóðkenning. Átta umsóknir komu inn, og av teimum átta vóru fýra toymi undangóðkend at vera við í verkætlanarkappingini.

Tey fýra toymini í kappingini eru:
 
AFRY Danmark A/S saman við Gottlieb Paludan og Advansia
Henning Larsen NA saman við LBF, PBC og Rambøll
SMJ saman við Kontrast Arkitektar, Zeso Arkitekter, Spenn og Niras
SNA saman við LBF, PBC og Cowi

Á tiltakinum týsdagin verða modell av øllum fýra verkætlanaruppskotunum at síggja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040