2.000 hermenn aftrat úr tjóðarhirðini til Los Angeles

2.000 hermenn aftrat úr tjóðarhirðini til Los Angeles
Donald Trump vil hava guvernørin í Kalifornia handtiknan
Ófriður hevur verið í Los Angeles seinastu dagarnar, og Donald Trump, forseti, hevur nú givið boð um at senda 2.000 hermenn aftrat úr tjóðarhirðini til býin.
Mynd: AFP/Reuters Scanpix  
 
10.06.2025 - 08:15

Guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom, skrivar á miðlinum X, at hann hevur fingið boð frá Donaldi Trump, forseta, um at 2.000 hermenn aftrat frá tjóðarhirðini í Kalifornia verða sendir til Los Angeles.

Sostatt vera tilsamans 4.000 hermenn í tjóðarhirðini í Kalifornia sendir út í gøturnar í Los Angeles í sambandi við mótmæli ímóti, at Trump sendir tilflytarar úr landinum. 

Mótmælini hava verið í fleiri dagar.

 

Gavin Newsom. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom, er ikki nøgdur við viðferðina, sum hermenninir fáa. 

 

Hvørki vátt ella turt

Hann er sera bersøgin:

- Teir fyrstu 2.000 hava hvørki fingið vátt ella turt. Bara 300 hermenn eru úti í gøtunum. Hinir sita og bíða í bygningum hjá tí almenna og hava eingi boð fingið, sigur Gavin Newsom, guvernørur í Kalifornia, og leggur aftrat, at er tað nakar,  "sum vanvirðir okkara hermenn, so er tað tú, Donald Trump."

Tom Homan, sum hevur evstu ábyrgd av trygdini við markið, vísir greitt aftur áheitanini frá Donaldi Trump, forseta, um at handtaka guvernørin í Kalifornia, Gavin Newsom.

 

(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

Vil handtaka Newsom

Í gjár segði Trump, at um hann var Homan, hevði hann handtikið Newsom, sum sambært Trump er ódugnaligur.

Men Tom Homan sigur, at umsitingin hevur ongar ætlanir um at handtaka hann.

 

(Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Newsom hevur áður í beinleiðis sjónvarpssending boðið umsitingini hjá Donaldi Trump av við orðunum: "Komið bara eftir mær. Handtak meg, harði maður. Ger tað bara," eftir at Homan hevði róð framundir, at valdir politikarar kundu handtakast, um teir forða arbeiðnum hjá immigratiónsmyndugleikanum.

Í gøtunum í Los Angeles hildu mótmælini fram, og samanbrestir vóru eisini í nátt.

Korrespondenturin hjá danska TV2, Lotte Mejlhede, lýsti støðuna í Los Angeles soleiðis í nátt:

 

10062025_Los_Angeles

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655