Tað var eitt ógloymandi kvøld fyri okkum allar

Tað var eitt ógloymandi kvøld fyri okkum allar
Tað sigur Rune Tonsgaard Sørensen, ið er hálvur føroyingur, tá Den Danske Strygekvartet fekk Sonningvirðislønina hóskvøldið
Den Danske Strygekvartet fær handað Sonningvirðislønina frá Hansara Hátign Fríðriki kongi
 
11.06.2025 - 10:29

Hóskvøldið varð størsta danska tónleikavirðislønin - Sonningvirðislønin, ið er uppá eina millión krónur, latin Den Danske Strygekvartet, og tað var Fríðrikur kongur, ið handaði virðislønina - og hetta er fyrsta ferðin, at virðislønin verður latin einum ensembli ella bólki.

Limirnir í Den Danske Strygekvartet eru Rune Tonsgaard Sørensen, violin; Frederik Øland, violin; Asbjørn Nørgaard, bratsch; og Frederik Sjölin, ið spælur cello.

Og sum nevnt er ein av limunum í Den Danske Strygekvartet, Rune Tonsgaard Sørensen, hálvur føroyingur - pápin er Bjarni Næs Sørensen úr Havn.

Hetta var ein stór løta, sigur Rune, ið sum partur av Den Danske Strygekvartet fekk handaða virðislønina í konserthøllini hjá Det Kongelige Musik-konservatorium, og tað var júst í somu hølum, at somu tónleikarar sum tannáringar vunnu kappingina hjá P2 fyri kamartónleik. Vit hava leingi glett okkum til hetta kvøldið. At standa á pallinum í einum fyltum konsertsali við einum stórum symfoniorkestri, og so fáa virðislønina handaða av ongum minni enn Hansara Hátign. Tað var ómetaliga stórsligið og nakað, sum vit ongantíð fara at gloyma, sigur Rune.

 

Manningin í Den Danske Strygekvartet hava kenst síðani teir vóru tannáringar, og teir hittust fyrstu ferð á einum háskúla, har ið teir luttóku á einum summartiltaki fyri amatørtónleikarar.

 

Rune Tonsgaard Sørensen spælur eisini við í bólkinum Dreamers Circus, ið eitt nú hevur latið úr hondum eina útgávu saman við Teiti. 

Tú kanst hoyra samrøðuna við Rune Tonsgaard Sørensen her!

 

1747567

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107