Varðin selt Knassar: Var ongantíð ætlanin at gera tíðindi

Varðin selt Knassar: Var ongantíð ætlanin at gera tíðindi
Varðin hevur selt smápartafelagið Knassar, sum eigur og rekur Portal.fo og lýsingaskipanina Vevlýsingar til Sp/f FH, sum er stovnað av Bárði Kass Nielsen og Sverra Egholm
portal.fo
 
12.06.2025 - 18:48

- Tað hevur ongantíð verið ætlanin hjá okkum at gjørt tíðindir, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum, nú tað í dag er blivið almannakunngjørt, at Varðin hevur selt smápartafelagið Knassar, sum eigur og rekur Portal.fo og lýsingaskipanina Vevlýsingar. 

Nýggjur eigari er Sp/f FH, sum er stovnað av Bárði Kass Nielsen og Sverra Egholm.

- Hóast eigaraskifti, verður ikki væntað, at stórar broytingar verða at merkja fyri lesararnar á Portal.fo í fyrstu atløgu, sigur Bárður Kass Nielsen. 

Knassar hevur seinastu árini havt fíggjarligar avbjóðingar. Roknskapurin fyri 2023/24 vísti eitt undirskot upp á 1,5 milliónir krónur, og fíggjarstøðan hin 29. februar í fjør vísti eina negativa eginogn upp á umleið 5,8 milliónir krónur. 

1748534

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439