Innflutningurin minkar meira enn útflutningurin

Innflutningurin minkar meira enn útflutningurin
Frá mai í fjør til apríl í ár innfluttu vit fyri góðar 10 milliardir krónur
Innflutningurin er minkaður átta prosent frá mai í fjør til apríl í ár. (Savnsmynd)
 
19.06.2025 - 10:12

Føroyski innflutningurin minkar meira enn útflutningurin.

Frá mai í fjør til apríl í ár innfluttu vit fyri góðar 10 milliardir krónur.

Tað er knappliga átta prosent minni enn frá mai 2023 til apríl 2024.

Vit innfluttu tó millum annað 70.000 tons, sløk 20 prosent, meira sand og skerv til betong, skrivar Hagstovan.

 

Bíligari olja

Olja er vorðin bíligari, og tað sæst í innflutningstølunum.

Frá mai í fjør til apríl í ár innfluttu vit fyri 15,6 prosent minni brennievni enn árið frammanundan.

Hóast innflutningurin úr USA er minkaður nógv, bendir einki á, at politisku umstøðurnar í USA gera tað, skrivar Hagstovan.

Samstundis sum innflutningurin úr ES er minkaður seinastu árini, er hann vaksin úr londum í Evropa, sum ikki eru í ES.

Innflutningurin úr Asia er tann sami, sum hann hevur verið seinastu nógvu árini, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342