U21-landsliðið: Javnleikur í evstu løtu

U21-landsliðið: Javnleikur í evstu løtu
Eitt brotskast frá Óla Mittún í evstu løtu tryggjaði Føroyum javnleik í HM-dysti ímóti Íslandi í einum dysti, har føroyingarnir vóru frammanfyri nærum allan vegin
Føroyar hava nú trý stig eftir tveir U21 HM-dystir, og hava góðan kjans at spæla seg í miðumfarið
Mynd: IHF/Kolektiff/Sasa Pahic Szabo  
 
19.06.2025 - 13:18

Eitt brotskast frá Óla Mittún í evstu løtu tryggjaði føroyska U21-landsliðnum í hondbólti eitt stig ímóti Íslandi.

Bakspælarin var rendur umkoll beint fyri leiklok, og sendi sjálvur bóltin upp í hornið til 35-35, og so var frøið á føroyingunum, sum nærum høvdu mist alt á gólvið.

Tí Føroyar vóru frammanfyri mestsum allan dystin. Óli Mittún gekk aftur fremstur og skeyt sjey mál fyri steðgin, tá støðan var 21-19. Ísak Vedelsbøl skeyt eisini nógv mál í dag. Tilsamans 10, har trý vóru úr sjey metrum.

 

 

Íslendingarnir treiskaðust kortini allan dystin á tamb, og mansverja av føroyska GOG-manninum fjørdi so líðandi mun. Elmar Erlingsson skoraði sjey mál á rað upp á 12 minuttir, meðan íslendski málverjin veruliga lyfti stigið síðstu løtuna.

Ísland yvirhálaði, men Føroyar fingu ein síðsta kjans, og fingu bjarga sær eitt stig, sum kann fáa stóran týdning. Føroyingarnir hava nú trý stig, Rumenia tvey, Ísland eitt og Norðurmakedónia einki.  

Rumenia og Norðurmakedónia spæla í løtuni. Føroyskur javnleikur ella sigur á Rumenia leygardagin senda í øllum førum føroyingarnar víðari til miðumfarið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938