Geri av innan tvær vikur, um vit leypa á Iran

Geri av innan tvær vikur, um vit leypa á Iran
Amerikanski forsetin, Donald Trump fer at gera av, um USA leypir á Iran innan tvær vikur.
Donald Trump
 
19.06.2025 - 20:29

Amerikanski forsetin, Donald Trump fer at gera av, um USA leypir á Iran innan tvær vikur. 

- Av tí, at tað er sannlíkt at samráðingar við Iran fara fram í næstum, so avgerði eg, um vit fara innan tvær tær næstu vikurnar, sigur Donald Trump, sambært tíðindatalskvinnu síni Karoline Leavitt. 

Hon váttaði eisini at samband hevur verið millum USA og Iran síðani kríggið millum Iran og Ísrael byrjaði, tá Ísrael leyp á Iran. 

NRK skrivaði fyrr í dag, at amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff, og iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, hava tosað saman í telefon fleiri ferðir síðani álopini byrjaðu í farnu viku.

Ísrael ætlar at oyðileggja eitt kjarnorkuverk hjá Iran sum verður hildið at vera undir jørð. Ísrael hevur tó ikki neyðugu vápnini til tað. 

Sambært BBC, er tað bara er USA, sum hevur eina bumbu, sum kann oyðileggja eitt verk undir jørð. 

Leypir USA á Iran ger tað óbótaligan skaða á viðurskiftini landanna millum, sigur iranski leiðarin Ayatollah Ali Khamanei við iranskar miðlar sambært reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928