Nú verður skúvoyarskipið keypt

Nú verður skúvoyarskipið keypt
Gongst sum ætlað, verður skipið, sum skal avloysa Sildberan, sett í sigling í vár
 
18.11.2013 - 14:14

Løgtingið fer væntandi mikudagin at samtykja eykajáttan at keypa eitt skip, sum skal avloysa Sildberan á skúvoyarleiðini.

 

Landsstýrið hevur biðið um tríggjar milliónir krónur í ár at keypa skipið, gera botnsýn og at taka tað heim til Føroya. Fíggjarnevndin tekur undir við eykajáttanini. Peningurin skal takast av játtanini til nýtt nólsoyarskip.

Bygt í 1994

Skipið, sum skal avloysa Sildberan, er bygt í 1994. Tað tekur 30-36 fólk og fimm tons av farmi.

Á fíggjarlógini næsta ár verður biðið um at fáa 3,5 milliónir krónur at umbyggja og uppstiga skipið, so tað lýkur øll klassakrøv. M.a. skal skipið hava nýggjan motor og nýggjan krana, og tað skal eisini sandblásast.

At keypa og uppstiga skipið fer sostatt at kosta tilsamans hálva sjeyndu millión kr. Gongst sum ætlað, verður ferjan sett í sigling einaferð í vár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608