Ynskja felags hjálparlinju til børn

Ynskja felags hjálparlinju til børn
- Tað hevði verið lættari hjá børnum og ungum at leita sær hjálp, um ein felags hjálparlinja var í Føroyum, sigur Súsanna í Króki, SSP ráðgevi
24.06.2025 - 19:43

Í løtuni eru fleiri enn 10 ymiskir felagsskapir og stovnar í Føroyum, sum veita ráðgeving til børn og ung. SSP er eitt samstarv millum skúlarnar, sosialu myndugleikarnar og politiið. Tey vitja millum annað á skúlum og tosa við børn um teirra avbjóðingar og veita eisini beinleiðis vegleiðing, um børn ella vaksin venda sær til teirra. Tey vísa eisini børnini víðari til aðrar stovnar, men tað kann vera torført, tá tilboðini eru so mong. Tí er tørvur á eini felags hjálparlinju, soleiðis at børn og ung kunnu ringja til eitt nummar og so verða stilla víðari til viðkomandi ráðgevingina. 

 

- Tað hevði gjørt okkara arbeiði nógv lættari, um vit høvdu eina felags hjálparlinju at vísa til, sigur Súsanna í Króki, SSP ráðgevi. 

 

Ein felags hjálparlinja er partur av Barnaverkætlanini og arbeiði at seta hana á stovn byrjaði í septembur í fjør. Steinbjørn Hardlei, verkætlarnarstjóri á Barnaverkætlanini, var gestur í sjónvarpsstovuni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860