Skuldsettir fyri at hava rúsevni innvortis

Skuldsettir fyri at hava rúsevni innvortis
Tveir ungir menn, 19 og 20 ára gamlir, vóru varðhaldsfonglaðir í Føroya rætti í gjár fyri at royna at smugla rúsevni til Føroya
Kokain.
 
26.06.2025 - 09:29

Tveir ungir menn, 19 og 20 ára gamlir, vóru varðhaldsfonglaðir í Føroya rætti í gjár fyri at royna at smugla rúsevni til Føroya.

Teir komu við flogfari týskvøldið.

Tollararnir á flogvøllinum tóku teir.

Teir eru skuldsettir fyri at hava rúsevni innvortis.

Talan er um 15 gramm av hassji og minst 26 gramm av kokaini - minst, tí alt var ikki komið út, tá grundlógaravhoyringin var í gjár.

Skuldsetingin umfatar eisini 400 millilitrar av ókendum løgi, sum politiið heldur skal brúkast til at gera rúsevni. 

Annar maðurin er føroyingar, og hin er dani.

Teir tóku ikki støðu til skuldarspurningin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650