Fyrstu føroysku kandidatar í leiðslu

Fyrstu føroysku kandidatar í leiðslu
Tað er øðrvísi at vera leiðari í einum lítlum samfelagi, tí kann eg bara fáa hesar førleikar í Føroyum, sigur Bjørgfríð Ludvík, sum í dag gjørdist kandidatur í leiðslu
27.06.2025 - 19:27

Í dag er fyrstu ferð, at føroyskir kandidatar hava fingið prógv í leiðslu og skipan. Ein av teimum, er Bjørgfríð Ludvík.

Hon starvast sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, men heldur framvegis, at tað er viðkomandi við slíkari útbúgving. 

"Man skal faktiskt, sum leiðari, handla øðrvísi í einum lítlum samfelagi enn í einum stórum samfelagi - og tað hevði eg ikki fingið nakra aðrastaðni, tað fái eg bara í Føroyum", sigur hon. 

Tey tættu sambondini gera Føroyar heilt serligar, tí er neyðugt við serligum amboðum, vísur Súsanna Olsen á, sum er útbúgvingarleiðari.

"Tú kann bara lesa um leiðslu í Føroyum - í Føroyum - á einum føroyskum universiteti. Og tað er tað, sum er styrkin við hesari útbúgvingini", sigur Súsanna Olsen, sum hevur ábyrgd av útbúgvingini á Fróðskaparsetrinum. 

Ein annar, sum fekk prógv í dag, er Magnar K. Vang. Hann starvast sum varaskúlastjóri í Sankta Frants skúla. Hann vónar, at leiðsluútbúgvingin fer at síggjast aftur í dagliga virkseminum, sigur hann. 

"Man hevur fingið eina breiða fatan av, hvat tað, at vera leiðari, er - leiðsluvirksemið - læra tað, at veita eina góða tænastu."

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. februar
Mono - 110226
204074
Mikudag 11. februar
Eitt korter við klassiskum
204060
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896