ST: Fleiri enn 410 palestinar dripnir í sambandi við matútflyggjan

ST: Fleiri enn 410 palestinar dripnir í sambandi við matútflyggjan
Meira enn 410 palestinar eru, sambært ST, dripnir seinasta mánaðin av ísraelskum hermonnum í sambandi við útfluggjan av mati. Ísraelski forsetin noktar.
Palestinar savnaðir til matútflýggjan frá Gaza Humanitarian Foundation
Mynd: Eyad Baba/AFP/Ritzau Scanpix  
 
28.06.2025 - 19:29

Meira enn 410 palestinar eru, sambært ST, dripnir seinasta mánaðin av ísraelskum hermonnum í sambandi við útfluggjan av mati frá umstrídda felagsskapinum GHF. Tað sigur danska kringvarpið, DR.  

Í mars setti Ísrael í verk eina fullfíggjaða umringan og blokadu av Gasageiranum.  Tað merkti, at eingin neyðhjálp, matur, heilivágur, brennievni ella aðrar veitingar sluppu inn.

Og fyri einum mánaði síðani byrjaði umstríddi felagsskapurin Gaza Humanitarian Foundation at býta út mat við ísraelskum og amerikanskum stuðli. Maturin verður latin á fáum útvaldum støðum.

Umframt teir 410 palestinarnir, sum hava latið lív í sambandið við matútflýggjanina, so eru 3000 løstað, sambært ST. 

Ísraelski herurin, IDF, hevur váttað, at herurin hevur skotið ávaringarskot móti mannamúgvun, sum er komnar at fáa sær mat. Sambært IDF, hava teir skotið hesi ávaringarskot, tá fólk eru komin ov nær ísraelskum hermonnum á eina hóttandi hátt.  

Men sambært ísraelska miðlinum Haaretz, siga dulnevndir hermenn frá ísraelska herinum, at teir hava fingið boð um skjóta eftir óvápnaðum palestinum, sum ikki vóru ein hóttan.

Ísraelski forsetin, Benjamin Netanyahu, og verjumálaráðharrin, Israel Katz, noktað í einari felags skrivligari fráboðan, at hetta er hent. Tað skrivar norska kringvarpið, NRK. 

- Ísraelski staturin noktar staðiliga hesum ákærunum. Hetta eru óreinar lygnir, sum hava til endamáls at sverta IDF, tann mest moralska herin í heiminum, skriva teir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961