Við Tjarnir stóð sína roynd við fullum húsi

Við Tjarnir stóð sína roynd við fullum húsi
- Tað er eingin ivi um at hetta ikki er síðsti festivalur sum er Við Tjarnir, sigur Regin Dalsgaard, stjóri
Savnsmynd
 
29.06.2025 - 16:13

Regin Dalsgaard, stjóri Við Tjarnir, fegnast um eitt væleydnað tiltak, nú høllin í gjár av álvara varð roynd, í sambandi við at tónleikafestivalurin Voxbotn varð fluttur niðan har.

Tað er fyrstu ferð at Við Tjarnir hevur havt fult hús, og alt frá trygd, til ljóðgóðsku spældi væl av, sigur stjórin:

- Har vóru 4.700 fólk, og vit høvdu tilbúgving sum allatíð hevði yvirlit. Har var ongantíð nakar ivi um at trygdin var góð.

- Báðir pallarnir riggaðu væl, og eg haldi øll fingu eina tónleikaliga uppliving í hástøði.

 

Tað var veðrið ið lá til grundar fyri at festivalurin varð fluttur niðan Við Tjarnir, og skotbrái at fyrireika var tí ikki stórt:

- Vit byrjaðu uppá hetta hósdagin, og tað eydnaðist at fyrireika alt uppá tveir dagar.

- Tað er ikki síðstu ferð at ein slíkur festivalur verður við Tjarnir.

 

Tiltakið endaði í nátt kl. 03:00, og fólk hava verið í holt við at rudda og vaska líka síðani, tí í dag vísur høllin landsdystin hjá U21 liðinum í hondbólti:

- Tað er klárt at opna fyri gestum nú kl. 15:00 - tey hava koyrt á!

 

Hoyr samrøðu við Regin Dalsgaard, stjóri Við Tjarnir:

1751419

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864