- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúrður: Í starvsvenjing hjá Marjun Heimá
Röddin hevur funnið sær vegin oman í tað, sum fyrr varð rópt "gula bókhandil". Nú er húsið málað svart, og innan er ein seymistova. Í hesum illveðursdøgum er Sjúrður Djurhuus Trondheim at finna við nál og tráð í hond í hesi sjálvsomu seymistovu. Hann er nevniliga farin í starvsvenjing hjá Marjun Heimá. Sjúrður er 16 ára gamal og gongur í 10. flokki í skúlanum við Løkin. Í frítíðini dámar honum væl at spæla gittar og at vera saman við vinfólki.
- Eg seymi ikki so nógv, men mær dámar tað rættiliga væl kortini. Um eg finni okkurt í Bláakrossi, sum eg haldi vera kul, sum eg kanska ikki passi, seymi eg plaggið inn ella seymi tað eitt sindur øðrvísi. Tískil valdi eg at fara í starvsvenjing hjá Marjun Heimá.
Fyrr var skræddara arbeiði vanligt hjá mannfólki, men nú eru rollurnar vendar um, og hetta er vorðið eitt konufólka arbeiði, og fólk øtast, síggja tey eitt mannfólk seyma ella sita við stokkum í hond - fært tú nógvar viðmerkingar til títt val?
- Tað er kanska komið eitt sindur óvart á fólk, tá eg havi fortalt, at eg tað er her, eg havi valt at fara í starvsvenjing, men nei, ikki ordiliga. Heldur ikki dreingirnir á mínum aldri, teir søgdu bara "áh ja, okay" ella okkurt sovorðið. Vit hava kanska ikki tosað so nógv um tað, ella heldur bara tosað um okkurt annað.
- Tað er eingin ætlan yvir hvat eg skal gera, eg fái meira at vita so leypandi, hvat eg skal gera. Eisini sleppi eg at seyma okkurt, sum eg sjálvur havi hug til. Tað er bara spurningurin, hvat tað skal vera.
- Inntil víðari havi eg seymað lítlar húgvur til studentar, sum skulu brúkast næsta ár, og í dag havi eg seymað heksasting í jólahosur. Annars var eg eftir fimm bagles til døgurða í gjár, sigur Sjúrður flennandi.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |