- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kringvarpið ger sermerktar tónleikaupptøkur á G!

Fólk flest kenna KVF-røðina "Í luftini" við framførslum hjá nøkrum av fremstu tónlistafólkunum í Føroyum, ið hava verið vístar í sjónvarpinum og kunnu síggjast á KVF Sjón.
Á G! festivalinum fer KVF at framleiða nýggju røðina, ið hevur fingið heitið "Í løtuni", har serstakar framførslur við tónlistanøvnum, sum skulu spæla á G!, verða tiknar upp og lagdar á talgildu pallarnar hjá Kringvarpi Føroya sama dag.
Elin Dagbjartsdóttir Neshamar er stigtakari til og framleiðari av "Í løtuni".
Myndir: Finnur Justinussen / leit.fo
Hvat er tað fyri upptøkur, ið tit gera?
»Vit gera nakrar stripped-down live sessions við nøkrum av tónlistafólkunum á G!. Tey, ið luttaka, spæla ein sang í part onkustaðni á festivaløkinum, og tað verður so filmað við trimum myndatólum og ljóðblandað á staðnum av Hans Poulsen frá IntroVers Studio. Upptøkurnar verða redigeraðar beinanvegin, tá vit eru liðug at taka upp, og síðani lagdar út á talgildu pallar Kringvarpsins sama dag.«
Hví hava tit valt at taka stig til hesar upptøkur?
»Hetta hevur verið eitt ynski í fleiri ár. Vit ynskja at skjalfesta tónleikalívið í Føroyum, bæði føroyingar og útlendingar, sum koma her at framføra. Og so er tað eitt gylt høvi at gera tað á einum festivali sum G!, her tað er eitt sera fjøltáttað útboð av bæði føroyskum og útlendskum tónleiki á skránni. Her hava vit bæði tónlistafólkini og karmarnar á einum og sama stað til at gera nakrar hugfjálgar upptøkur, ið verða pallsettar í vakra landslagnum her í Syðrugøtu.«
Og hvat skulu upptøkurnar brúkast til?
»Sum sagt, so verða upptøkurnar lagdar út á talgildu pallar Kringvarpsins sama dag, sum tær eru upptiknar. Vit vænta at taka tvær framførslur upp hvønn dag á G!. Harvið eru vit aktuel og kunnu veita føroyingum góðskutilfar - vónandi. Nú er hetta fyrstu ferð, at vit royna hendan leistin, so tað verður spennandi at vita, hvussu tað fer at rigga.«
Fyrstu upptøkurnar til "Í løtuni" vóru við føroyska Benjamin Rajani, ið er plátuaktuellur við útgávuni "Tá hvørt ljós líkist tær". Benjamin bleiv stuðlaður av Jónasi Gaard.
Og so vóru upptøkur gjørdar við karismatisku og litríku brasiliansku Liviu Mattos og hennara bólki.
Haldið eyga við heimasíðu og øðrum talgildu pallum hjá Kringvarpisins.
































