Kanna framvegis fýrverkið í Vági

Kanna framvegis fýrverkið í Vági
25. september í fjør fann politiið meira enn átta tons av fýrverki, tá húsarannsókn var gjørd í einum sethúsum í Vági
Politiið fann meira enn átta tons av fýrverki í einum sethúsum.
 
18.07.2025 - 06:29


Málið um fýrverkið í Vági er ikki liðugt enn.

25. september í fjør fann politiið meira enn átta tons av fýrverki, tá húsarannsókn var gjørd í einum sethúsum í Vági.

Húsarannsóknin var gjørd, eftir at politiið fekk eina fráboðan um stórar nøgdir av fýrverki.

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið kannar framvegis málið.

Svarið haðani er, at skjalainnlit ikki verður latið um málið.

Talan er um brævaskifti hjá einum myndugleika við serkøn at brúka í rættarmálum, ella tá støða skal takast til eitt møguligt rættarmál. 

Tá talan er um mál, har møguleiki er fyri revsiligum avleiðingum, verður innlit ikki givið, sigur Arbeiðs- og Brunaeftirlitið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360