Føst mannagongd at seta kanningarstjóra

Føst mannagongd at seta kanningarstjóra
Annfinn V. Hansen er áttandi kanningarstjórin, sum ein løgtingsformaður hevur tilnevnt. Og hann er settur eftir somu mannagongd sum hinir
Súsanna Danielsen er stjóri á løgtingsskrivstovuni
 
21.11.2013 - 08:10

Løgtingsformaðurin hevur brúkt júst somu mannagongd at seta Annfinn V. Hansen sum kanningarstjóra, sum tá aðrir kanningarstjórar hava verið settir.

Tað sigur Súsanna Danielsen, stjóri á løgtingsskrivstovuni.

Sambært stýrisskipanarlógini er tað løgtingsformaðurin, sum tilnevnir kanningarstjóran. Hann hevur sostatt ikki skyldu til at spyrja formansskapin. Og tað er heldur ikki vanlig mannagongd at spyrja formansskapin, sigur Súsanna Danielsen.

Sjey kanningarstjórar

Sjey ferðir áður hevur løgtingið sett kanningarstjóra, og hvørja ferð hevur tað verið soleiðis, at tingformaðurin sjálvur hevur tilnevnt kanningarstjóran uttan at spyrja formansskapin.

Vanliga mannagongdin er tann, at umsitingin í Løgtinginum kannar evnir til kanningarstjóra, og gevur so tingformanninum ein lista yvir persónar, sum hon metir lúka treytirnar sum kanningarstjóri. Síðani er tað løgtingsformaðurin, sum velur kanningarstjóran. Og ta mannagongdina hava tey eisini brúkt hesa ferð, nú kanningarstjóri skuldi setast at kanna handfaringina av Skálafjarðartunlinum.

Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri tjóðveldi og partur av formansskapinum, hevur funnist at tingformanninum, tí hann hvørki spurdi ella kunnaði formansskapin, áðrenn kanningarstjórin varð settur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. februar
RagnarRokk 5.februar 2026
203225
Hósdag 5. februar
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
203794
Hósdag 5. februar
Eitt korter við jazzi
203774
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203724
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203725
Hósdag 5. februar
Sophilia - Motormani
203726