Vilja hava Fasta gerðarrætt at viðgera málið av nýggjum

Vilja hava Fasta gerðarrætt at viðgera málið av nýggjum
Skipara- og navigatørfelagið tapti eitt mál í gerðarættinum um fyrsta ferðadag sum frídag
Tað ber til í serligum førum, at Fasti gerðarrættur tekur eitt mál uppaftur.
 
24.07.2025 - 10:09

Skipara- og navigatørfelagið vil hava Fasta gerðarrætt at viðgera av nýggjum málið hjá felagnum og Reiðarafelagnum fyri handilsskip.

Skipara- og navigatørfelagið tapti málið í Fasta gerðarrætti. 

Tað ber til í serligum førum, at Fasti gerðarrættur tekur eitt mál uppaftur.

Skipara- og navigatørfelagið heldur, at hetta málið hevur alstóran prinsipiellan týdning sum fordømi fyri allan siglandi arbeiðsmarknaðin.

 

Fyrsti ferðadagur

Skipara- og navigatørfelagið vil hava reiðarafelagið at viðurkenna, at fyrsti ferðadagur hjá skipara ella stýrimanni sambært sersáttmálanum fyri størri handilsskip í frálandavinnu er dagurin eftir, at skipari ella stýrimaður er avloystur ella farin í land.

Hann vinnur sær tí rætt til ein frídag fyri hendan dag, sigur felagið.

Men tað helt Fasti gerðarrættur ikki.

Partarnir hava gjørt ein sersáttmála, sum sigur, at ferðing er íroknað frítíð.

Í sáttmálanum eru tveir dagar til ferðing aftur og fram, sigur Fasti gerðarrættur.

Avloysingardagur og ferðadagur eru sami dagur, sigur rætturin. Sersáttmálin gevur ikki grundarlag fyri eyka frídegi. 

 

Gamalt mál

Málið er ikki nýtt.

Tað byrjaði við, at Fasti gerðarrættur fekk kæruritið frá Skipara- og navigatørfelagnum 1. mai 2023.

Avgerðin hjá Fasta gerðarætti kom 1. juli í ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595