Færri føroyingar flyta av landinum

Færri føroyingar flyta av landinum
Fólkatalið í Føroyum er økt uppá eitt ár. Vit eru 114 fleiri føroyingar enn í fjør.
21.11.2013 - 12:45

Føroyar eru 114 fólk fleiri enn fyri einum ári síðan. Sambært hagstovuni vóru 48.037 íbúgvar í Føroyum í fjør, og nú eru 48.151 íbúgvar. 

 

Mátingin er gjørd frá 1. september 2012 til 31. august 2013.

 

Tosið um ikki at flyta av landinum hevur givið úrslit, sær tað út til. Burðaravlopið í síðsta árinum var dupult so stórt sum nettoflytingin av landinum. Færri fólk eru flutt av landinum, og tað er tað, sum er orsøkin.

 

Størsti vøksturin er í meginøkinum, Tórshavn, har talið er voksið við 189 fólkum. Samstundis er fólkatalið minkað í hinum økjunum uttan í Norðoyggjum og í Vágunum, har talið vaks við 11 tilsamans.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.