Privat vaktarfelag eftirlit við kommunalum vesum í Havn

Privat vaktarfelag eftirlit við kommunalum vesum í Havn
Arbeiðið at umvæla vesið í Mylnugøtu, sum brann, byrjar væntandi eftir summarsteðgin
Eldur kom í almenna vesið í Mylnugøtu, men tað verður umvælt eftir summarsteðgin.
Mynd: Georg L. Petersen  
 
30.07.2025 - 15:31

Almennu vesini í Havn verða brúkt til nógv annað, enn tað tey eru ætlað til, og tí hevur kommunan verið noydd at gera avtalu við privat vaktarfelag, sum heldur eyguni við vesunum.

Tað hevur verið kent, at misnýtarar brúka vesini, og tí kunnu sproytinálir liggja og sløðast, til vanda fyri fólk.

Fríður P. Dalsgarð, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at sproytinálirnar eru ikki einasti trupulleikin, tí støðini verða eisini brúkt til at selja rúsevni.

Ein háttur at koma hesum til lívs, er at seta fólk at vera á varðhaldi, men tað kann gerast dýrt, tí almennu vesini eru rættiliga nógv í tali. Ein annar háttur er at krevja pengar fyri at brúka tey.

 

 

Fríður P. Dalsgarð er tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu. 

 

Eldur

Fríður P. Dalsgarð sigur, at hetta er ein politiskur spurningur at taka støðu til.

Herfyri brann eisini tað størsta almenna vesið í Havn, í Mylnugøtu. Fríður P. Dalsgarð sigur, at tað er ein tryggingarspurningur, sum ikki er avgreiddur enn, men arbeiðið at umvæla vesið varð boðið út. 

Tað vísti seg tó, at tann við lægsta tilboðnum ikki megnaði at gera arbeiðið kortini, og tí varð farið til tann við næst lægsta tilboðnum. Tað felagið kundi ikki gera arbeiðið við so stuttum skotbrá, men helst verður farið undir arbeiðið eftir summarsteðgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815