Færri útlendingar hava maka og børn við sær

Færri útlendingar hava maka og børn við sær
Talið á hjúnafeløgum minkaði 63 prosent frá 2023 til 2024
Í september í 2023 setti landsstýrið inntøkumørk í sambandi við arbeiðsloyvi til útlendingar, sum hava familjuna við sær.
 
31.07.2025 - 14:00

Nógv færri útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, fáa nú makan og børn við sær til Føroya.

Fyri at tryggja, at útlendingar eru førir fyri at uppihalda síni familju her, setti landsstýrið í september 2023 inntøkumørk í sambandi við arbeiðsloyvi til teirra, sum hava familjuna við sær.

Og talið á hjúnafeløgum minkaði 63 prosent frá 2023 til 2024.

Børnini gjørdust 37 prosent færri frá 2023 til 2024.

 

Minka eisini í ár

Tølini fara ivaleyst at halda fram at minka í 2025, sigur Løgmálaráðið.

Nú ætlar landsstýrið at áseta krøv til arbeiðsgevarar, sum seta útlendingar í starv, um revsiváttan, málkunnleika og tryggingar. 

Landsstýrið hevur tosað við Vinnuhúsið um hetta, stendur í ískoytinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120