Stovnar, sum arbeiða ímóti korruptión, hava fingið virkisførið aftur

Stovnar, sum arbeiða ímóti korruptión, hava fingið virkisførið aftur
Bert tveir tímar eftir, at uppskotið var samtykt í ukrainska lóggávutinginum, skrivaði Zelenskyj, forseti, undir lógina
Volodomyr Zelensky, forseti, hálsaði um, og gjørdi eitt nýtt lógaruppskot, sum gevur stovnum, ið arbeiða ímóti korruptión, virkisførið aftur.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
01.08.2025 - 11:47

Lóggávutingið í Ukraina tók við stórum meiriluta undir við einum lógaruppskoti frá Volodomyr Zelenskyj, forseta, sum gevur teimum báðum stovnunum, ið arbeiða ímóti korruptión í landinum, virkisførið aftur.

Tað skrivar AP-tíðindastovan í dag.

Hetta er ein afturrulling av lógini, sum Zelenskyj skrivaði undir í seinastu viku, og sum gjørdi somu stovnar minni virkisførar. 

Stovnarnir vórðu tá lagdir undir almenna ákæruvaldið.

 

Mótmælisfólk og ES stúrdu

Hetta fekk ukrainsk mótmælisfólk, umframt ES-eygleiðarar, at stúra fyri, at stjórnin fer at leggja seg útí, hvør skal kannast og ikki, tá illgruni er um korrupt viðurskifti.

At hava sterkt anti-korruptiónseftirlit er týðandi fyri møguleikan hjá Ukraina at sleppa upp í ES, og ikki minst av hesi orsøk fóru mótmælisfólk út á gøturnar, tá korruptiónseftirlitið stóð til at missa vald. 

Men nú er Zelenskyj so bakkaður. Hann segði seg í gjár hava skrivað undir lógina, sum styrkir antikorruptiónsstovnarnar av nýggjum, bert tveir tímar eftir at hon varð samtykt í tjóðartinginum.

Og tað er óvanliga skjótt. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120