- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stuttfilmurin Ljós frumsýndur í kvøld
Daniel Jensen er 21 ára gamal og búsitandi í Aarhus, har hann lesir lívfrøði á universitetinum. Hann hevur annars búð í Føroyum meginpartin av lívi sínum.
- Líka síðani eg slapp at lána filmsmyndatólið hjá foreldrum mínum í 4.-5. flokki, havi eg gjørt filmar/sketches og nomið mær meira og meira kunning um filmsgerð, fortelur Daniel, sum hevur ætlanir at koma inn á Filmsskúlan í Keypmannahavn.
Stuttfilmurin Bagland, sum Daniel eisini hevur gjørt, varð valevni til besta stuttfilm á Copenhagen Film Marathon. Nú er tað so nýggi stuttfilmurin Ljós, sum verður at sýggja á fyrsta sinni.
- Eg vil helst ikki avdúka ov nógv, men stuttfilmurin snýr seg um ein drong, ið eitur Heini og býr í Danmark. Tá pápi hansara doyr, fer Heini fyri fyrstu ferð í fimm ár heim aftur til Føroyar. Hann kennir seg kortini ikki heima her, og hann er mestsum vilstur á lívsins leið. Í Føroyum henda nøkur ting, og heini verður noyddur at velja hvørja lívsleið, hann nú skal fara, greiðir Daniel frá.
Frumsýningin verður í samkomuhøllini í Studentaskúlanum í Hoydølum í kvøld kl 19.30. Kostnaður at sleppa inn er 20 kr.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |