MFS fegnast - fleiri ung velja tó útlandið

MFS fegnast - fleiri ung velja tó útlandið
Meginfelag teirra lesandi fegnast um, at lestrarstuðulin til tey lesandi í Føroyum ætlandi hækkar, men tað eru framvegis fleiri ung, ið velja útlandið framum Føroyar
05.08.2025 - 19:41

Tey, sum lesa í Føroyum, skulu fáa á leið sama stuðul sum í Danmark.

Tað sigur løgmaður er málið hjá samgonguni.

Tað vil siga at um tað verður veruleiki hækkar stuðulin við umleið 1100 krónum, frá umleið 5.100 krónur um mánaðin upp í umleið 6.200 krónur um mánaðin.

Men sjálvt um lestrarstuðulin verður hægri, eru framvegis fleiri ung, sum heldur ætla sær uttanlands at lesa.


Hægri lestrarstuðul ger stóran mun

MFS heldur, at hægri lestrarstuðul ger sera stóran mun fyri tey lesandi í Føroyum.

Tað sigur Sigmund V. P. Zachariassen, ráðslimur í Megingelag føroyskra studenta.

Hægri lestrarstuðul er týðandi, men tað eru framvegis fleiri ung, ið velja útlandið fram um Føroyar.

MFS sigur, at tað eru stórir batar til tey lesandi í Føroyum, nú bæði lestrarstuðulin væntandi hækkar, fleiri lestraríbúðir koma, og at farið verður í gongd við Kampus.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
209013
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945