Mettu skeivt tá fíggjarlógin var gjørd

Mettu skeivt tá fíggjarlógin var gjørd
Landskassin fekk 142 milliónir krónur færri í loyvisgjaldi frá alivinnuni og avgjaldi á fiskatilfeingi enn roknað var við í fíggjarlógini fyri 2024
Semjma við Noreg og Bretland gav landskassanum færri pengar fyri makrelin.
 
06.08.2025 - 06:44


Landskassin fekk 142 milliónir krónur færri í loyvisgjaldi frá alivinnuni og avgjaldi á fiskatilfeingi enn roknað var við í fíggjarlógini fyri 2024.

Tað sæst í frágreiðingini um frávik millum játtan og nýtslu í fíggjarlógini, sum Landsgrannskoðanin kom við í gjár.

Loyvisgjaldið gav 64 milliónir og 712.000 krónur, 18,7 prosent, minni enn mett var.

Sambært landsstýrinum er orsøkin tann, at uppgjørdi kostprísurin í 2024 var hægri enn væntað.

Tí kom minni í tøkugjaldi enn mett var í fíggjarlógini.
   
Avgjald á fiskatilfeingi, veiðigjaldið, gav 77 milliónir og 382.000 kr. minni.

Tað eru 14,6 prosent.

Høvuðsorsøkin er, sigur landsstýrið, at makrelkvotan minkaði í fjør, tí semja var gjørd við Noreg og Bretland um makrelin.

Í fíggjarlógini fyri 2025 er roynt at leggja upp fyri hesum, hevur Landsgrannskoðanin fingið at vita frá landsstýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290