Landsstýrið eisini ímóti ísraelsku ætlanini at hertaka Gasa

Landsstýrið eisini ímóti ísraelsku ætlanini at hertaka Gasa
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at henda avgerðin hjá ísraelsku stjórnini er skeiv og fer bara at leingja kríggið
Ætlanin hjá ísraelsku stjórnini at herða kríggið í Gasa, hevur fingið fleiri av heimsins leiðarum at gera vart við seg.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
11.08.2025 - 13:20

Ætlanin at hertaka Gasa bý hevur fingið leiðarar í øllum heiminum at gera vart við seg.

Fríggjadagin funnust stovnar og lond, eitt nú ST, Bretland og Avstralia, hvassliga at avgerðini, og tey krevja vápnahvíld í stundini.

Eisini danski, norski og svenski uttanríkisráðharrin hava úttalað seg, og Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-tinginum sigur, at Ísrael eigur at hugsa seg um eina ferð aftrat.

 

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum. 

 

Týskland hevur boðað frá, at landið fer at gevast at útflyta vápn til Ísraels, sum skulu brúkast í Gasageiranum,

Landsstýrið tekur heldur ikki undir við fráboðanini hjá Ísrael um at hertaka allan býin Gasa.

- Tað er ein skeiv avgerð, ið bara fer at leingja kríggið, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum. 

Hoyr samrøðu við hana í útvarpstíðindunum: 

 

11082025_Sirid_um_Gasa

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028