Búskaparfrøðingur: Gera ov lítið at fáa alla tilfeingisrentuna inn

Búskaparfrøðingur: Gera ov lítið at fáa alla tilfeingisrentuna inn
Hans Ellefsen fýlist á, at politiska skipanin ikki gera vart við seg, nú dømi aftur er um, at fiskatilfeingið verður selt millum privatar fyri ovurstórar upphæddir
Samtakið Christian í Grótinum í Klaksvík keypti Jupiter fyri at fáa størri kvotur.
 
12.08.2025 - 08:51

Búskaparfrøðingurin, Hans Ellefsen, fýlist á vantandi reaktiónir í politisku skipanini upp á nýggjasta dømið um, at fiskatilfeingið verður selt millum privatar fyri ovurstórar upphæddir - loyvi, sum verða latin ókeypis frá landinum.

- Fólk yppa øksl, og tað er ørkymlandi, sigur Hans Ellefsen við Frihedsbrevet í grein við yvirskriftini: Uppboðsøla er enn rættasta loysnin.

Dømið, sum sipað verður til, er at Christian í Grótinum-samtakið í Klaksvík í vár keypti uppsjóvarskipið Jupiter frá reiðarínum Jupiter í Kollafirði. 

Stjórin, Jan Petersen, segði við útvarpið 15. apríl, at skipið var keypt fyri at fáa fatur á kvotunum. 

 

 

Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

271 milliónir

Skipið varð keypt fyri 271 milliónir krónur. Reiðaríið Jupiter í Kollafirði hevði keypt skipið uttan kvotur í 2023 fyri 85 milliónir krónur. 

Tað ber tískil til at staðfesta, at kvoturnar verða seldar millum reiðaríni fyri 186 milliónir, skrivar Frihedsbrevet.

Kvoturættindini eru upprunaliga latin fyri onki, men eitt tilfeingisgjald fyri hvørt kilo av uppsjóvarfiski er ásett. Eisini skulu reiðaríini rinda skatt av vinninginum, tá loyvi verða endaliga avhend.

Kortini heldur Hans Ellefsen, at ov lítið verður gjørt fyri at fáa alla tilfeingisrentuna í uppsjóvarvinnuni inn. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527