Kommunur vilja endurstovna ferðavinnufelag í Suðuroy

Kommunur vilja endurstovna ferðavinnufelag í Suðuroy
Býráðið á Tvøroyri hevur svarað, at kommunurnar í felagnum skulu hava somu skyldur og rættindi, sum svara til fólkatalið í kommununi
Suðuroyar ferðavinnufelag ætlar at gera felags ferðavinnuætlan fyri Suðuroynna.
Mynd: Visit Faroe Islands  
 
12.08.2025 - 08:53

Kommurnar í Suðuroynni hava spurt Tvøroyrar kommunu um áhugi er fyri at endurstovna Suðuroyar ferðavinnufelag.

Býráðið á Tvøroyri svarar, at tað vil fegið hava Ferðavinnufelagið endurstovnað við teirri treyt, at kommunurnar eru limir við somu skyldum og rættindum, sum samsvara við fólkatalið í kommununi.

Tvøroyri fór úr Suðuroyar ferðavinnufelagi í 2018.

 

Hava brúk fyri felagsskapi

Hinar kommunurnar í Suðuroynni hava avgjørt, at virksemið í Suðuroyar ferðavinnufelag skal takast uppaftur.Tí ferðavinnan í oynni hevur brúk fyri felagsskapi sum Suðuroyar ferðavinnufelag.

Og tað hevur stóran týdning, at allar kommunurnar eru við, siga tær seks kommunurnar.

Sambært lógini um burðardygga ferðavinnu, skulu allar kommunur gera ferðavinnuætlan.

Suðuroyar ferðavinnufelag ætlar at gera felags ferðavinnuætlan fyri Suðuroynna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391