- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reyðargullið
»Reyðargullið« (7:7)
16-11-2003
Sjónvarpsrøð í sjey pørtum um føroysku rækjuvinnuna

Reyðargullið
Røðin um føroysku rækjuvinnuna er frá 2003. Vit fylgja vit gongdini frá byrjanini, tá John Dam og aðrir løgdu lunnar undir einum veiðiævintýri, sum seinnu árini tó ikki hevur borið brá av tí ævintýrkenda. Samrøður eru við nógvar av teimum, ið hava myndað føroysku rækjuvinnuna frá byrjan til dagin í dag. Forkunnuga myndatilfarið í sendingunum er savnað gjøgnum øll árini, og stóran part av hesum hevur Zacharias Hammer sjálvur upptikið á túrum við rækjuskipunum.






