Føroya rættur viðger mál um eftirgjørt kannabis-evni

Føroya rættur viðger mál um eftirgjørt kannabis-evni
Hetta er fyrsta mál av sínum slag í danska dómsvaldinum. Ákærdu menninir nokta seg sekar
Tveir menn, annar føroyingur og hin dani, eru ákærdir í málinum. Báðir nokta seg sekar.
 
18.08.2025 - 08:18

Dagført klokkan 11:30:

Málið, sum Føroya rættur fer at viðgera í dag og í morgin, er tað fyrsta í danska dómsvaldinum um evnið 5F-MDMB-PINACA, stytt 5F-ADB. Hetta er eitt eftirgjørt kannabis-evni, sum er bæði sterkari og vandamiklari enn úrdráttir úr kannabisplantum.

Tveir menn, annar føroyingur og hin dani, eru ákærdir. 

Ein maður, sum tá var 21 ár, var tikin í Havn 17. juli í fjør.

Sambært ákæruritinum hava teir 7,2 litrarnir av 5F-MDMB-PINACA, sum vóru í sodavatnsblikkum, ein virknað, sum kann samanberast við 21 kilo av MDMA ella hálvtfimta kilo av kokaini ella 18 kilo av amfetamini.

Evnið kom til Føroya í einum bili 17. juli í fjør.

Ein annar maður, hann er 40 ár, er eisini ákærdur fyri at smugla 5F-MDMB-PINACA til Føroya. Hann var tikin í mai í ár.

Báðir menn nokta seg sekar.

Hørð revsing

Revsingin er hørð í slíkum málum, verða teir ákærdu funnir sekir.

Nøgdin av 5F-MDMB-PINACA  svarar til góð 18 kilo kilo av amfetamini, sigur politiið.

Í einum øðrum máli í Føroya rætti var fongsulsrevsingin upp í 11 ár fyri sløk fýra kilo av amfetamini og 22 kilo av hassji.

At brúka evnið 5F-MDMB-PINACA bleiv kent í november í 2014, tá tað bleiv funnið í einum deyðum manni í Japan.

Hvítvaska pengar

Annar maðurin, føroyingurin, er eisini ákærdur fyri at royna at hvítvaska pengar.

Hann var tikin á flogvøllinum í Vágum, tá hann skuldi til Keyphannahavnar.

Hann hevði 35.000 kr. við sær.

Politiið sigur, at pengarnir stava beinleiðis ella óbeinleiðis frá ólógligum virksemi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770