Útlendingar flugu við dronu nærindis flogvøllinum

Útlendingar flugu við dronu nærindis flogvøllinum
Ikki er loyvt at flúgva nærri enn fimm kilometrar frá flogvøllinum við dronu
Neyðugt var at steingja flogbreytina eina løtu fyrrapartin í gjár, tí drona var yvir Miðvági. Men flogferðslan var ikki beinleiðis ávirkað. (Savnsmynd)
 
19.08.2025 - 08:25

Seinnapartin í gjár fekk politiið fatur í einari dronu, sum var ov tætt við flogvøllin í Vágum.

Eisini hevði politiið samband við nøkur fólk, útlendingar, sum flugu við dronuni.

Málið verður nú kannað.

Tvær ferðir í gjár komu fráboðanir um, at dronur vóru ov nær Vága floghavn.

Í fyrra førinum, tað var fyrrapartin, var eingin tikin.Tað var yvir Miðvági.

Seinnu ferðina, tá politiið fann dronufólkini, var við Sørvág.

Ikki er loyvt at flúgva nærri enn fimm kilometrar frá flogvøllinum við dronu.

Brot á hesar reglur vera revsað við sekt. Og dronurnar verða tiknar.

Neyðugt var at steingja flogbreytina eina løtu fyrrapartin í gjár, tí drona var yvir Miðvági. Men flogferðslan var ikki beinleiðis ávirkað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558