Galaxy komin til landið - fer í sigling leygardagin

Galaxy komin til landið - fer í sigling leygardagin
Ferjan skal avloysa Smyril, sum verður í dokk í 8-10 vikur
Galaxy og Smyril á Krambatanga. Galaxy fer í sigling leygardagin.
 
19.08.2025 - 15:22

Galaxy, sum skal avloysa Smyril, er komin til landið, og liggur nú á Krambatanga á Tvøroyri.

Galaxy fer at sigla fyri Smyril, sum verður í dokk í Danmark í 8-10 vikur. 

Siglingin byrjar leygardagin 23, august.

 

Tveir túrar um dagin

Galaxy ger tveir túrar um dagin aftur og fram, og siglt verður av Krambatanga hvønn morgun klokkan seks uttan leygardag og sunnudag, tá siglt verður klokkan sjey av Krambatanga. 

Galaxy gongur 16 sjómíl um tíman, og siglingartíðin er hálvantriðja tíma. Avloysaraskipið tekur 250 ferðafólk og 140 akfør, um eingin farmur er við.

Sí ferðaætlan her.

 

Síðuskrúvur setast í 

Smyril fer til 20 ára klassing á Fayard skipsmiðjuni á Fjóni, og haraftrat skulu nøkur stórarbeiði gerast.

Tvær síðuskrúvur skulu setast í aftan, tríggir hjálpimotorar verða skiftir, og tveir høvuðsmotorar verða høvuðsumvældir.

Í 2028 skulu allir fýra høvuðsmotorarnir skiftast út.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462