ST-aðalskrivarin krevur vápnahvíld í stundini

ST-aðalskrivarin krevur vápnahvíld í stundini
Ísrael hevur lopið á Gasa bý
Ísrael hevur nú gjørt álvara av ætlan síni um at leypa á Gasa bý.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.08.2025 - 07:52

ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, vil hava vápnahvíld í Gasa alt fyri eitt.

Tað kravdi hann í nátt, eftir at Ísrael í gjárkvøldið boðaði frá hørðum álopum at taka valdið á Gasa býi, skrivar norska kringvarpið.

 

 

Antonio Guterres.

 

Guterres, sum er á ráðstevnu í Japan, segði sambært Reuters, at vápnahvíld er neyðug, skal sleppast undan tí deyða og oyðing, sum álop á Gasa bý fara at hava við sær.

Ísrael er farið í holt við ætlaðu álopini á Gasa bý, upplýsir ein talsmaður fyri ísraelska herin, sambært Ritzau-tíðindastovuni.

 

 

Emmanuel Macron. (Mynd: Reuters/Ritzau Scnapix)

 

Fer at hava ræðuleikar við sær

Franski forsetin, Emmanuel Macron, skrivaði á X í gjárkvøldið, at ísraelsku álopini í Gasa bara kunnu hava ræðuleikar við sær, bæði fyri ísraelska og palestinska fólkið.

Tað skrivaði Danmarks Radio í gjárkvøldið.

Emmanuel Macron hevði tosað við Abdullah kong í Jordan og egyptiska forsetan Al-Sisi, áðrenn hann skrivaði á X, og teir tríggir høvdu tosað um ymisk viðurskifti, sum teir halda verða neyðug, skal kríggið í Gaza fáa ein enda.

Millum annað er neyðugt við einari endaligari vápnahvíld í Gasa, allir gíslar skulu latast leysir, Hamas skal avvápnast, og so skal gerast ein stabiliserandi altjóða missión fyri Gasa.

 

 

David Lammy. (Mynd: BBC)

 

Máar undan støðinum um tvístatsloysn

Eisini bretski uttanríkisráðharrin, David Lammy, finst at Ísrael, og ætlanini um at økja talið á búsetingum.

- Verður henda ætlan sett í verk, býtir hon ein palestinskan stat í tvey, talan er um eitt greitt brot á altjóða lóg, og tað máar undan støðinum um eina tvístatsloysn. Tí má ísraelska stjórnin broyta hesa avgerðina, sigur David Lammy.

Eisini danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, finst at Ísrael fyri ólógligar búsetingar og fyri vanlukkuligu humaniteru støðuna í Gasa. Hon stuðlar statinum Ísrael og rættinum hjá landinum at verja seg, sigur hon.

- Men vit taka ikki upp á nakran máta undir við, ella legitimera ella stuðla ólógligum búsetingum, drápum av sivilum ella brotunum móti grundleggjandi mannarættindum, sum vit síggja nú, sigur Mette Frederiksen.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786