Tvey føroysk lið til U20-EM í sandflogbólti

Tvey føroysk lið til U20-EM í sandflogbólti
Føroysku U20-flogbóltsliðini eru komin beint í endaumfarið í evropisku CEV EM-kappingini í sandflogbólti, sum verður leikt í Madrid um vikuskiftið
Føroysku U20-sanflogbóltsliðini. Frá vinstru: Filip Ilic, Maria Teresa Vitalis, Osla Johannesen og Rani Ákason
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
21.08.2025 - 09:50

Føroyar hava tvey lið við, tá endaumfarið í U20 EM-kappingin í sandflogbólti verður í Madrid um vikuskiftið. 

Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen, sum framvegis hava U18-aldur, kappast hjá kvinnum, og Rani Ákason og Filip Ilic hjá monnum.

Tey kunnu vænta sær sterka mótstøðu. Kvinnurnar, sum eru styrkismettar sum nummar 27 av 32 londum, eru í bólki saman við Kekkia (6), Grikkalandi (11) og Litava (22).

Menninir, sum eru mettir nummar 26 av 32, skulu spæla ímóti Ukraina (7), Fraklandi (10) og Kroatia (23). 

Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen spæla sín fyrsta dyst ímóti Kekkia í dag og skulu royna seg ímóti Grikkalandi og Litava í morgin.

Rani Ákason og Filip Ilic spæla ímóti Ukraina og Fraklandi í dag og Kroatia í morgin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213