Ukraini tikin fyri atsókn á Nord Stream-gassleiðingar

Ukraini tikin fyri atsókn á Nord Stream-gassleiðingar
Maðurin er tikin í Italia, og verður nú útflyggjaður Týsklandi, har hann skal fyri rættin
Atsóknin á gassleiðingarnar var framd í september 2022.
 
21.08.2025 - 13:37

Ein maður úr Ukraina er handtikin, undir illgruna fyri at hava verið við til yvirgangsatsóknina móti Nord Stream-gassleiðingini í Eystursjónum í 2022.

Tað upplýsir ákæruvaldið í Týsklandi.

Maðurin úr Ukraina er handtikin í Italia, og verður nú útflýggjaður Týskandi, har hann skal fyri rættin.

 

Partur av bólki

Sambært týska ákæruvaldinum er maðurin undir illgruna fyri at vera partur av einum bólki, sum í september mánaði í 2022 festi spreingievni á gassleiðingarnar Nord Stream 1 og Nord Stream 2, ið báðir liggja millum Russland og Týskland.

Spreingingarnar á báðar gassleiðingarnar vórðu framdar 26. september 2022, ávíkavist eystanfyri og í ein landsynning úr Bornholm.

 

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Sigldi við seglbáti

Sambært Reuters-tíðindastovuni sigldi ukrainski maðurin við seglbáti úr býnum Rostock út í Eystursjógvin til gassleiðingarnar. 

Báturin varð leigaður gjøgnum millummenn, sum brúktu følsk skjøl.

Italska løgreglan, sum handtók mannin, hevur ongar viðmerkingar til málið, skrivar Reuters.

Ukraina hevur higartil víst aftur, at landið hevði nakað við atsóknirnar móti "Nord Stream 1 og 2" at gera. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533