Ætlanin við risastóru pumpuskipanini í Vestmanna vaknað aftur

Ætlanin við risastóru pumpuskipanini í Vestmanna vaknað aftur
Eigararnir í SEV eru boðsendir á eykaaðalfund at taka støðu til, um 10 milliónir krónur skulu brúkast til at kanna út í æsir, hvat ein pumpuskipan fer at kosta
 
21.08.2025 - 18:53

Tað var í fjørsummar, at SEV valdi at steðga á við pumpuskipanini, tá tað vísti seg, at hon var blivin alt ov dýr.

Tá vísti ein gjøgnumgongd av innkomnu tilboðunum, at samlaði kostnaðurin bleiv væl omanfyri kostnaðarmetingina og heimildina, sum aðalfundurin hevði givið felagnum.

Ítøkiliga hevði SEV fingið loyvi at brúka upp til 1,3 milliardir krónur til pumpuskipanina í Vestmanna.

 

 

Haraldur Hammer.

 

Men niðurstøðan hjá SEV í fjørsummar var, at samlaði kostnaðurin fór at liggja um 2,2 milliardir krónur - tað vil siga, eina lítla milliard meira enn SEV ætlaði at brúka.

Men nú er boðað til eykaaðalfund í SEV, fríggjadagin í næstu viku, 29. august. Tá skulu eigararnir, tað eru kommununar, taka støðu til, um nevndin í SEV skal sleppa at brúka 10 milliónir krónur til at kanna av nýggjum, verkætlanina við pumpuskipanini.  

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum við Haraldi Hammer, nevndarformanni í SEV, sum vitjaði í útvarpsstovuni:

Haraldur_Hammer_SEV

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751