Helle Thorning: Grønlendingar eiga inntøkuna

Helle Thorning: Grønlendingar eiga inntøkuna
Danski forsætisráðharrin vísir aftur krøvunum um nýggjar samráðingar við grønlendingar um ráevnisavtaluna
Tá grønlendingar hava yvirtikið eitt málsøki, eiga teir bæði ábyrgdina og inntøkurnar, sigur danski forsætisráðharrin í dag.

23.08.2012 - 16:48

Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, vísir í dag aftur øllum gitingum um, at rammuavtalan um býti av ráevnisinntøkunum skal endurskoðast.

- Sjálvstýrisavtalan varð samtykt við stórum meiriluta í fólkatinginum, og tá eitt málsøki er yvirtikið, so hava grønlendingar ábyrgdina, og sjálvandi eiga teir eisini inntøkurnar. So einfalt er tað, sigur Helle Thorning-Schmidt í samrøðu við grønlendska kringvarpið í dag.

Vilja hava nýggjar samráðingar

Framsøgufólk í grønlendskum viðurskiftum í fólkatinginum hava annars mælt til, at býtið í ráevnisavtaluni millum Danmark og Grønland verður endurskoðað, eftir at dagblaðið Berlingske hevur skrivað, at inntøkurnar frá einum jarnnámi nærindis Nuuk verða 32 milliardir krónur.

Men hesum vísir forsætisráðharrin aftur.

- Vit hava gjørt eina sjálvstýrisavtalu, og hana skulu vit standa við. Eg haldi, at hon er góð, tí avtalan gevur grønlendingum møguleika at yvirtaka málsøki, tá teir hava hug at yvirtaka. Men tá málsøkið er yvirtikið, eitt nú ráevnini, hava grønlendingar ábyrgdina, og grønlendingarnir eiga eisini inntøkuna, sigur Helle Thorning-Schmidt.

Mótrokna í heildarveitingini

Í sjálvstýrisavtaluni er ásett, at Grønland fær fyrstu 75 milliónir krónurnar av ráevnisinntøkunum. Síðani skulu tær býtast javnt millum Danmark og Grønland, og danski parturin verður mótroknaður í heildarveitingini. Tá inntøkurnar fara upp um tað, sum Grønland fær í heildarveiting, skal samráðast av nýggjum um býti av ráevnisinntøkunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638