
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Fyri akkurát 50 árum síðani varð Vesturkirkjan vígd. Hátíðarhaldið byrjaði í morgun við hámessu, har teir fýra prestarnir, ið eru knýttir at kirkjuni, og bispur luttóku.
Eftir messuna var framsýning og drekkamunnur til stóru fjøldina, sum var komin at halda føðingardagin hjá kirkjuni.
Eisini bjóðaði kirkjan rundvísing - frá kjallaranum og heilt upp í sjálvan spíssin á kirkjutorninum.
Hoyr reportasjuna frá túrinum upp í kirkjutornið.
Myndir: Olivur Koba
Nógv fólk tóku av kjansinum at sleppa upp í hægsta torn og hægsta bygning í Føroyum. Fyrstu hæddirnar eru trappur, men tá komið er í helvt, er heldur talan um trappustigar, sum eru brattari og smalri. Væl gekst tó at fáa fólk í øllum aldri upp og niður.
Ovast í torninum, við klokkurnar, stóð Eyðfinn Magnussen, klokkari, og gav teimum, sum høvdu tørv á tí. eina hjálpandi hond til seinastu sentimetrarnar.
Leiðin úr kjallaranum upp í tornið er 141 trapputrin. Vanligt er at konfirmantar sleppa ein túr upp í tornið, tá teir ganga til prest, men annars er túrurin forkunnugur. Týsdagin og hósdagin í hesi vikuni heldur Eyðun Eliasen, arkitektur, fyrilestrar í Vesturkirkjuni um arkitekturin í kirkjuni, sum stóð í gerð frá 1971 til 1975. Arkitektar vóru danirnir Tyge Holm og Flemming Grut.