Framvegis lítið arbeiðsloysi

Framvegis lítið arbeiðsloysi
Tað var eitt prosent í juli, eitt vet minni enn í juli í fjør
Arbeiði er framvegis til allar hendur. Arbeiðsloysið er bara eitt prosent.
Mynd: Hagstovan  
 
25.08.2025 - 09:44

Arbeiðsloysið í Føroyum er framvegis lítið.

Tað var eitt prosent í juli, eitt vet minni enn í juli í fjør.

Í juli vóru 311 fulltíðararbeiðsleys, 41 færri enn í juli í fjør. 

90 færri kvinnur eru arbeiðsleysar enn menn.

45 langtíðararbeiðsleys

Í juli vóru 45 fólk, sløk 13 prosent, langtíðararbeiðsleys, skrivar Hagstovan. 

Tey hava verið arbeiðsleys í meira eitt ár, í meira enn 365 dagar.

53 vóru langtíðararbeiðsleys í juli í fjør.

 

Minsta arbeiðsloysið í Norðoyggjum

Minsta arbeiðsloysið var í Norðoyggjum í juli. Størsta arbeiðsloysið var í Suðuroynni.

Tey flestu arbeiðsleysu eru í aldursbólkinum 25 til 34.

Minsta arbeiðsloysið er í yngsta aldursbólkinum, sum er 16 til 24 ár.

Í dag eru 238 fólk skrásett hjá ALS, 82 kvinnur og 156 menn, og 183 fólk fáa fiskavirkisstuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040