Fýra journalistar deyðir í ísraelskum álopi

Fýra journalistar deyðir í ísraelskum álopi
Talan er um tvey loftálop á sjúkrahúsið Nasser í Khan Younis, sunnarlaga í Gasa
Hetta er fototólið hjá einum palestinskum journalisti, sum starvaðist hjá Reuters-tíðindastovuni í Gasa. Hann doyði av ísraelska álopinum í dag.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
25.08.2025 - 14:29

Fýra journalistar eru dripnir í einum ísraelskum álopi á eitt sjúkrahús í Gasa. 

Hetta skriva fleiri útlendskir miðlar, teirra millum AP-tíðindastovan, sum hevur mist ein journalist, eins og ein journalistur hjá Reuters er deyður.

Talan er um tvey loftálop á sjúkrahúsið Nasser í Khan Younis, sunnarlaga í Gasa.

Fyrra álopið rakti fjórðu hædd í bygninginum, og seinna álopið var, meðan fólk royndu at hjálpa teimum, ið fingu skaða.

Sambært Hamas-stýrdu heilsumyndugleikum eru 20 fólk deyð, og fleiri hava fingið skaða.

Ísraelski herurin, IDF, sigur seg í tíðindaskrivi harmast um at hava rakt fólk, sum ikki eru partur í krígnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011