- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendingar stovna umboðsstovu í USA
Grønlendska Sjálvstýrið fer at stovna umboðsstovu í Washinton. Hálv triðja millión krónur er sett av á fíggjarlógini næsta ár til umboðsstovuna.
- Hetta er greitt tekin um, at Grønland tekur ikki undir við, at uttanríkispolitikkur er ríkismál, sigur Lars Hovbakke Sørensen, serfrøðingur í grønlendskum viðurskiftum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, við Jyllands-Posten.
Hann heldur, at hetta stigið eigur at gera danskar myndugleikar stúrnar.
Fara ikki út um mark
Høvuðsendamálið at stovna umboðsstovu í Washington er alment at viðurkenna, at USA í mong ár hevði herstøð í Thule, og at fremja samhandilin við amerikanarar.
- Grønland hevur seráhugamál á fleiri uttanríkispolitiskum økjum, og tað ber til at røkja hesi áhugamál uttan at fara út um mark í sjálvstýrislógini, sigur Adam Worm, varastjóri á umboðsstovuni hjá grønlendska sjálvstýrinum í Grønlandi, við Jyllands-Posten.
- Men tað er greitt, at grønlendska umboðsstovan í USA er tekin um, at Grønland leggur størri dent á uttanríkispolitiska sambandið enn fyrr, sigur Adam Worm.