Ongan stuðul til bil: "Ein katastrofa fyri meg"

Ongan stuðul til bil: "Ein katastrofa fyri meg"
- Hetta er ein katastrofa fyri meg.Tað sigur Katrin Dagbjartsdóttir, nú tað er greitt, at ongin stuðul verður latin at keypa vanligan bil, hjá fólkum við skerdum førleikum.
Savnsmynd
 
26.08.2025 - 20:34

- Hetta er ein katastrofa fyri meg. Tað sigur Katrin Dagbjartsdóttir, nú landsstýrismaðurin í almannamálum, Eirikur í Jákupsstovu, hevur gjørt greitt, at ongar ætlarnir eru um at lata fólki við skerdum virkisførleika fíggjarligan stuðul at keypa vanligan bil.

Hon mælir til at man rullar skipanina aftur, og vísir á, at sjálvt um bilurin verður mettur sum vanligur bilur, so kann hann hava stóran týdning sum hjálpiamboð. 

Í januar mánað í fjør misti hon rættin til fíggjarligan stuðul til keyp av vanligum bili.

Og í gjár slóð landsstýrismaðurin í almannamálum, Eirikur í Jákupsstovu, fast, at ongar ætlanir eru um at fáa skipanina setta í verk aftur.

Tað gjørdi hann í sínum svari til skrivligan fyrispurning frá Johan Dahl, løgtingsmanni fyri Sambandsflokkin.

Fyri Katrina Dagbjartsdóttir, sum hevur cerebrala paresu, merkir tað, at gerandisdagurin verður trupulari. 

 

1760035

 

Sjálv hevur hon brúkt stuðulsskipanina, sum nú er farin í søguna, síðan hon var átjan ára gomul.

Hon hevur havt sín bil í fýra ár, og tí eru seks ár eftir til hon skal hava nýggjan bil.

Hon torir ikki at hugsa um, hvørjar avleiðingar tað fær, tá bilurin er útslitin. Hon stúrir fyri einum lívi í framtíðini, har hon verður bundin at øðrum. 

Eitt áhugafelag, sum finst at avtøkuni av stuðulsskipanini er nýggja felagið Koyristólur Skerdur Førleiki.

Áhugafelagið umboðar fólk við skerdum virkisførleika, harímillum fólk, ið brúka rullustól.

Kaj Leo Holm Johannesen er formaður í felagnum. Hann heldur ikki, at tað sømir seg einum vælferðarsamfelagi at taka eina millión krónur frá fólkum, sum longu stríðast fyri at vera á jøvnum føti við onnur. 

 

1760038

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115