Tilbúgving: Húski eiga at klára seg í trý samdøgur

Tilbúgving: Húski eiga at klára seg í trý samdøgur
Tilmæli um heimatilbúgving eru løgd fram í dag. Landsstýrismaðurin ávarar tó ímóti, at fólk fara at keypa inn undir seg
Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, og Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, tá tilmælini um heimatilbúgving vóru løgd fram í dag.
 
28.08.2025 - 14:22

Føroysk húski eiga at vera fyrireikað til at klára seg sjálvi í trý samdøgur, um ein kreppu- og tilbúgvingarstøða skuldi rakt.

Tað er boðskapurin hjá  myndugleikunum, sum í dag løgdu fram síni tilmæli um heimatilbúgving. 


Leivur Persson. 

 

Tilmælini líkjast nógv teimum í øðrum Norðurlondum.

- Dentur er serliga lagdur á trý høvuðsevni, sigur Leivur Persson, stjóri í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, um faldaran, sum verður sendur øllum føroyingum:
 

28082025_Persson_1

 

 

Í eini kreppustøðu skulu myndugleikarnir savna seg um tey, sum eru óhjálpin, sigur stjórin í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum:

 

28082025_Persson_2

 

"Tryggja tær at títt húski eigur nokk av mati og vatni til trý samdøgur. Tað skal vera matur, sum kann halda sær í longri tíð uttan køliskáp og frystiskáp. Til dømis konserves, knekkbreyð ella turkaður matur." 

Úr faldaranum um heimatilbúgving

 


Bjarni Kárason Petersen. 

 

Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum, Bjarni Kárason Petersen, heitir á fólk um at lata vera við at leggja inn undir seg, tá tey fara til handils:

 

28082025_Karason_1

 

Nú heita myndugleikarnir á fólk og húski um at vera fyrireikað, skuldi ein kreppu- og tilbúgvingarstøða rakt, men hvat við føroysku myndugleikunum. Eru teir til reiðar?

 

28082025_Karason_2

 

Les tilmælini um heimatilbúgving her.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576