Vaksandi marknaður uttanfyri Føroyar og Danmark

Vaksandi marknaður uttanfyri Føroyar og Danmark
Hagtølini vísa stóran vøkstur, síðan 2013, tá ið Hagstovan byrjaði at skráseta gistingar á føroyskum gistingarhúsum.
 
31.08.2025 - 16:13

Í 2013 vóru 94.705 gistingar, ella fólkanætur sum tað eitur á hagfrøðimáli, á føroyskum gistingarhúsum. Seinastu 12 mánaðirnar, t.e. frá august í fjør til og við juli í ár, var sama tal 242.619.

 

Orsøkin til, at tølini eru vaksin, er m.a. fleiri pengar at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnuland, umframt at vit hava fingið nýggjar flogrutur, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. Men hagtølini um gistingar skulu tó takast við fyrivarni.

1760891

 

Tølini siga nakað um, hvørjum londum, tey gistandi búgva í. Og tó. Bústaðarlondini, sum Hagstovan upplýsir, eita Føroyar, Danmark og "onnur lond". Guðrið Højgaard hevur tó okkurt boð upp á, hvørji tey londini eru.

- Hyggur mann eftir teimum londunum, sum eru uttanfyri Danmark, ella uttanfyri kongaríkið, um mann teknar ein radius upp á einar tríggjar tímar úr Føroyum, so fært tú Miðevropa, og eitt sindur niður í Suðurevropa. Tað er eisini har, vit hava sæð stóran vøkstur. Men vit síggja eisini vøkstur úr USA, og úr Asia, sum vit serliga hava sæð tey seinastu fáu árini. Primert Evropa, USA og Asia.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961