Jana vann í føroyingauppgerð

Jana vann í føroyingauppgerð
Jana Mittún og Viborg vunnu á Rakul Wardum og Ringkøbing í fyrsta umfari av bestu donsku hondbóltskappingini
Jana Mittún vann á Rakul Wardum í føroyingauppgerðini í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag
Mynd: Ernst Van Norde/Ritzau Scanpix  
 
31.08.2025 - 20:04

Jana Mittún var omaná í føroyingauppgerðini ímóti Rakul Wardum í fyrsta umfari av bestu donsku hondbóltsdeildini sunnudagin.

Viborg HK vitjaði Ringkøbing, og Jana Mittún skeyt fimm mál í 33-29 sigrinum hjá teimum grønum og átti næstseinasta hondina á fimm. 

Føroyski landsliðsmálverjin Rakul Wardum var inni minni enn helmingin av dystinum og hevði eitt bjargingarprosent upp á 23. 

Seinasta tíðin í Viborg hevur verið merkt av óró, eftir at stjørnan Christina Pedersen fyrst var koyrd úr hópinum, tí hon var óynskt av hinum spælarunum, og síðan fann sær nýtt felag. 

Høvuðsvenjarin, Ole Bitsch, fór eisini úr starvi fyri einari viku síðan, og tí kom sigurin í 1. umfari ivaleyst væl við hjá Janu Mittún og liðfeløgunum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688