Stjórin í Sernámi gevst í starvinum

Stjórin í Sernámi gevst í starvinum
Tað hava verið innanhýsis avbjóðingar við sálarliga arbeiðsumhvørvinum á Sernámi, sum arbeitt verður við at loysa, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Margreth Olsen er farin frá sum stjóri í Sernámi.
 
01.09.2025 - 16:02

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett í verk eina broytingartilgongd fyri at styrkja sernámsfrøðiliga økið og loysa trupulleikar við arbeiðsumhvørvinum á Sernámi.

Margreth F. Olsen, sum hevur verið stjóri í sjey og eitt hálvt ár, gevst í starvinum, meðan Tóra Petersen, sálarfrøðingur og PhD, er fyribils sett sum stjóri.

- Tað hava verið innanhýsis avbjóðingar við sálarliga arbeiðsumhvørvinum á Sernámi, sum arbeitt verður við at loysa. Farið verður beinanvegin undir eina tilgongd at fáa innanhýsis viðurskiftini á Sernámi rættað upp í góðum samstarvi við starvsfólkini, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

 

Lagt undir Undirvísingarstýrið

Sernám fer frameftir at hoyra undir Undirvísingarstýrinum, og samstarv verður styrkt millum fólkaskúla, Sernám og Nám.

Síðani verður, í samstarvi við skúlaleiðslur, dagstovnar, Heilsuverkið, Almannaverkið, Gigni o.o., arbeitt við nýggjum loysnunum, sum skulu tryggja eina so góða tænastu sum møguligt fyri børn og ung.

Ein virkisætlan verður løgd fyri komandi hálva árið, og virksemið á Sernámi heldur ótarnað fram.

Les meira her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485